Uttanlands

Amerikanarar fáa enn ein almennan frídag

Juneteenth: Dagurin tá trælahaldið varð avtikið í USA er annar frælsisdagur tjóðarinnar

Frá eini Juneteenth-mótmælisgongu í fjør (Mynd: EPA)

Frá eini Juneteenth-mótmælisgongu í fjør (Mynd: EPA)

2021-06-16 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur ætlanir um at gera 19. juni til almennan frídag fyri at hátíðarhalda, at milliónir av littum trælum gjørdust frælsir í 1860’unum.

Í gjár samtykti amerikanska senatið eitt lógaruppskot, og uppskotið verður nú sent víðari til hitt kamarið í kongressini, umboðsmannatingið.

Verður tað, sum væntað, eisini góðkent her, er bert undirskriftin hjá forsetanum eftir, fyri at gera tað galdandi. Óvist er tó, um uppskotið nær at verða endaliga samtykt áðrenn 19. juni í ár.

Dagurin 19. juni gongur undir heitinum ‘Juneteenth’ í USA, og er ein merkisdagur fyri nógvar amerikanarar, og verður eisini róptur “annar frælsisdagur tjóðarinnar”.

Juneteenth er ein samanseting av orðunum juni og 19. á enskum, og sipar til 19. juni 1865, tá endin á trælahaldinum í USA varð lýstur.

Juneteenth er longu frídagur í 47 statum. Um lógaruppskotið verður endaliga samtykt, verður dagurin 12. almenni frídagurin í landinum.

Longu í fjør, í kjalarvørrinum á stóru Black Lives Matter-gongunum, royndu demokratar at fáa kongressina at góðkenna 19. juni sum frídag, men hesum forðaði republikanarin Ron Johnson fyri.

Í gjár boðaði Ron Johnson, senatorur, frá, at hann ikki longur er ímóti uppskotinum, og fáar tímar seinni hevði senatið samtykt uppskotið einmælt, skrivar dpa-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder