Innanlands

Altjóða súkkludagur er í dag

Tórshavnar kommuna heitir á borgarar í kommununi, sum hava umstøður og møguleika, um at súkkla í dag

2025-06-03 06:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: 3. juni er altjóða súkkludagur.

ST hevur valt at halda dagin fyri súkkluni, sum er eitt einfalt, skjótt og umhvørvisvinarligt akfar. Haraftrat er súkkling ein góður háttur at fáa dagliga rørslu og burðardygga ferðslu, sum er við til at minka um bilaferðsluna.

Tórshavnar kommuna vil eggja øllum borgarum í kommununi, sum hava umstøður og møguleika til tess at súkkla til arbeiðis, í skúla, til ítriv og hvar enn so leiðin gongur.

Eisini bjóðar kommunan øllum súkkluáhugaðum, sum leggja leiðina framvið Steinatúni millum kl. 16 til 17 ein lítlan kaffimunn og eitt gott prát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder