Innanlands

Altjóða ráðstevna um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld

Fríggjadagin 12. oktober skipar Tjóðveldið fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum

2018-10-07 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Luttakarar úr Skotlandi, Katalonia, Ný Kaledonia og Føroyum verða við, tá Tjóðveldi fríggjadagin 12. oktober skipar fyri ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld í Norðurlandahúsinum.

Rætturin hjá tjóðum at skipa seg sum fullveldi er støðugt á breddanum kring heimin, og í Ný Kaledonia verður fólkaatkvøða um sjálvstøðu frá Fraklandi 4. november.

Í Katalonia fór spanska stjórnin harðliga fram, tá katalanska fólkið á fólkaatkvøðu 1. oktober í 2017 skuldi siga sína hugsan um framtíðarstøðuna hjá Katalonia. Fleiri politikarar vórðu settir fastir og sita enn í fongsli uttan dóm. Aðrir hava funnið sær friðskjól í øðrum evropeiskum londum og halda fram at tala fyri sínum politisku sjónarmiðum um framtíðina hjá Katalonia.

Í Skotlandi var fólkaatkvøða í 2014 um at skipa Skotland sum fullveldið. Ein lítil meiriluti var fyri at varðveita sambandið við Stórabretland tá, men síðan Brexit gjørdist veruleiki, eru ætlanir um eina nýggja fólkaatkvøðu komnar á breddan.

Føroyingar lúka allar treytir at vera ein tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti. Hetta hava danskir forsætisráðharrar eisini ofta sagt, men staðfest er hetta fólkatingsvalskeiðið, at Danmark hevur ongantíð viðurkent hendan rættin mótvegis Sameindum Tjóðum.

Á ráðstevnuni verður skift orð um støðuna í ymsu londunum. Úr Ný Kaladonia kemur umboð fyri tjóðskaparrørsluna, at greiða frá fólkaatkvøðuni 4. november og hvønn leiklut Frakland og ST hava í tilgongdini. Úr Skotlandi kemur tingmaðurin, Kenneth Gibson, at siga frá støðuni har.

Greitt er ikki enn, hvør fer at umboða Katalonia, men umboðið haðani fer at lýsa politisku støðuna í dag, og hvønn týdning hon hevur fyri fólkaræðið í Evropa. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fer at leggja fyri og umrøða stigini, Føroyar eiga at taka, nú 70 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin varð sett í gildi.

Atgongdin til ráðstevnuna er ókeypis. Ráðstevnan byrjar kl. 13.15 fríggjadagin 12. oktober í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Orðstýrari verður Magni Arge, fólkatingsmaður hjá Tjóðveldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder