Innanlands

Altjóða ítróttardagur í Klaksvík í summar

"International Sports Day" var á fyrsta sinni í Runavík í 2021. Møguleiki er fyri stuttleika, spæli og kappingum á ítróttaøkinum. Hetta skal m.a. stuðla undir trivnaðin hjá tilflytarum

Tiltakið verður skipað við denti á stuttleika, spæl og kappingar. Klaksvíkar kommuna skrivar, at kappast verður eitt nú í kurvabólti, flogbólti, badminton, fótbólti og í ymiskum á nýggju rennibreytini. (Mynd: klaksvik.fo)

Tiltakið verður skipað við denti á stuttleika, spæl og kappingar. Klaksvíkar kommuna skrivar, at kappast verður eitt nú í kurvabólti, flogbólti, badminton, fótbólti og í ymiskum á nýggju rennibreytini. (Mynd: klaksvik.fo)

2023-05-18 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 15. juli skipa tilflytarar, saman við Klaksvíkar kommunu og integratiónsnevndini, fyri ítróttardegi í Klaksvík. Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, at dagurin er serliga málrættaður tilflytarum, men at øll onnur eru vælkomin at luttaka.

- Á skránni verða kappingar, sum bæði eru til álvara og gaman. Hesin serligi ítróttardagurin varð fyrstu ferð hildin í Runavík í 2021, og tá møttu á leið 300 tilflytarar upp, serliga úr Asiu. Í ár er ætlanin at røkka enn longur, soleiðis at allir tilflytarar í Føroyum og føroyingar, ið hava hug, kunnu meldað seg til tiltakið. Tað er ein bólkur av tilflytarum, sum hevur tikið stig til tiltakið, og Klaksvíkar kommuna stuðlar og hjálpir til við ymiskum praktiskum fyrireikingum.

Tiltakið verður skipað við denti á stuttleika, spæl og kappingar. Klaksvíkar kommuna skrivar, at kappast verður eitt nú í kurvabólti, flogbólti, badminton, fótbólti og í ymiskum á nýggju rennibreytini. 

Somuleiðis verða ymiskar aðrar stuttligar kappingar so sum posa-rennikapping, hula-rennikapping, sjómanstak, togtogan og aðrar kappingar, har tað ikki er neyðugt við tilmelding.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta tiltakið kann stuðla betri undir trivnaðin hjá tilflytarum.

- Í integratiónsarbeiðinum í kommununi umrøða vit javnan, hvussu kommunan kann stuðla undir betri trivnað hjá tilflytarum og vera vit at skapa relatiónir millum tilflytarar og føroyingar. Tí taka vit sera væl ímóti hesum hugskoti og vilja virka fyri, at tiltakið gerst møguligt.

Til ber at lesa meira um tiltakið og melda seg til á klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder