2022-09-26 15:27
            
        
        
                
            Altjóða hjartadagurin verður hildin um allan heim fyri at varpa ljós á hjartasjúku og hjartaheilsu. Í Føroyum skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki i Løkshøll 29. september kl. 18.30.
Á skránni eru persónligar søgur um hjartasteðg og lívið sum avvarðandi, umframt faklig innlegg um hjartaheilsu frá hjartalækna og fysioterapeutum. Eisini eru tónleikainnsløg á skránni.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skrá:
- Arnbjørg Thorbjarnardóttir - Tá hjartað steðgaði
 - Ingibjørg Egholm - Lívið sum avvarðandi
 - Beinta Hammer - Hjartasteðgurin hjá manninum broytti lívið 
 - Fysioterapeutar - Hjartaheilsa og rørsla
 - Sanna á Borg, hjartalækni og granskari um hjartaheilsu og kolesterol
 - Kvinnukórið Fljóðljóð syngur"
 
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald