
Í dag verður toppfundur í egyptiska býnum Sharm el-Sheikh, at yvir 20 heimsleiðarar fara at umrøða amerikonsku friðarætlanina fyri Gaza og Ísrael.
Millum luttakararnar er amerikanski forsetin, Donald Trump, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, franski forsetin, Emmanual Macron, spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, og norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre.
Tað verður Donald Trump, sum saman við egyptiska forsetanum Abdel Fattah al-Sisi fer at standa á odda fyri toppfundinum, skrivar Ritzau.
Fríggjadagin kom avtalan um vápnahvíld í gildi millum Ísrael og Hamas, og sum partur av avtaluni verða síðstu gíslarnir, sum sita eftir í Gaza, leyslatnir í dag. Síðani verða eisini 250 palestinar, sum sita longri dóm í ísraelskum fongslum, leyslatnir, og tað sama verða 1.700 onnur, sum eru afturhildin av Ísrael undir krígnum í Gaza.
Avtalan um vápnahvíld er fyrsta stig í friðarætlanini hjá USA. USA skal eisini standa á odda fyri einum toymi, sum skal halda eyga við, at vápnahvíldin verður hildin, og samskipa neyðhjálparveitingar í økinum. Í hesum sambandi skulu 200 amerikonsk herfólk sendast til Ísrael, og teir fyrstu komu um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald