Uttanlands

Altjóða floghavnin í Kuvait bumbað

Ein indiskur ríkisborgari lat lív og minst 63 vórðu særd í iranska dronuálopinum

Forsætisráðharrin í Kuvait Sheikh Ahmad al-Abdullah al-Sabah á vitjaði á bumbaðu floghavnini í dag fyri at síggja skaðarnar við egnum eygum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Forsætisráðharrin í Kuvait Sheikh Ahmad al-Abdullah al-Sabah á vitjaði á bumbaðu floghavnini í dag fyri at síggja skaðarnar við egnum eygum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-03 17:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða floghavnin í Kuvait varð í dag rakt av iranskum dronuálopi. Ein persónur doyði, og fleiri fingu skaða, boðaði uttanríkisráðið í Kuvait frá í morgun. Seinni upplýsti heilsumálaráðið fyri AFP, at minst 63 fólk høvdu fingið skaða, fleiri teirra álvarsligan, bæði ferðafólk og starvsfólk á floghavnini.

Deyði persónurin var indiskur statsborgari.

Ferðslan til og frá floghavnini varð stongd, og flogfør við kós móti altjóða floghavnini vórðu leidd til aðrar floghavnir í økinum. Um middagsleitið í dag varð floghavnin latin upp aftur fyri flogferðslu.

Í dag sendi stjórnin í Kuvait boð eftir iranska sendiharran í landinum, og seinni vórðu tvey starvsfólk á sendistovuni útvíst.

Í India harmast tey eisini um hendingina.

- Vit fordøma álopið á altjóða floghavnina í Kuvait í dag. Vit heita enn einaferð á allar partar um at støðga við hesum álopunum, sigur indiski uttanríkisráðharrin í eini fráboðan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder