Innanlands

Alsamt fleiri fáa triðja prikið - yvir 39.000 fólk eru nú koppsett

Í gjár vórðu 280 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav vóru 57, ið fingu triðja prikið, og hetta er næsthægsta talið fyri ein einstakan dag higartil

Byrjað varð at koppseta fólk fyri triðju ferð tíðliga í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Byrjað varð at koppseta fólk fyri triðju ferð tíðliga í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-21 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 20.10, vórðu 280 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. 90 fólk fingu fyrra prikið og 133 fingu tað seinna. 57 fólk fingu triðja prikið.

Talið 90 merkir, at nú eru yvir 39.000 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum - 39.060 fólk hava fingið fyrstu koppsetingina. 37.324 fólk hava fingið koppsetingina nummar tvey, sum tó helst ikki verður tann síðsta hjá teimum flestu.

Tíðliga í mánaðinum varð byrjað at koppseta fólk í vandabólki fyri triðju ferð, og nú hava 267 fólk hava fingið trý prik. Talið av teimum, ið vórðu koppsett fyri koronu fyri triðju ferð í gjár, var tað næsthægsta fyri ein einstakan dag higartil.

Tilsamans 76.651 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Les eisini: Næstan 200 hava fingið triðja prikið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder