Tað vóru ein 50 ára gamal maður og 24 ára gamli sonur hansara, sum sunnumorgunin lótu skot av á Bondi-strondini nærindis avstralska stórbýin Sydney, upplýsti avstralska løgreglan á tíðindafundi sunnukvøldið.
Fyribils er váttað, at 16 fólk lótu lív í skotálopinum, m.a. 50 ára gamli álopsmaðurin. Sonur hansara er innlagdur á sjúkrahúsi, og støða hansara er hættislig.
Talan var um eitt málrættað álop á jødar, sum hátíðarhildu fyrsta dag av hanukkah, og løgreglan sigur, at talan var um yvirgang.
Í dag verður flaggað á hálvari stong í Avstralia, skrivar Ritzau.
Anthony Albanese, forsætisráðharri í Avstralia sigur, at talan var um reinan óndskap, og fer hann ikki at lata tjóðina fara í tvíningar orsakað av hesum álopinum.
Chris Minns, fyrstiráðharrin í statinum New South Wales, har álopið fór fram, undirstrikaði á tíðindafundi í gjár, at rasisma og antisemitisma ikki verður góðtikin í statinum ella í restini av landinum.
50 ára gamli álopsmaðurin hevði havt vápnaloyvi í tíggju ár og átti seks skrásett skotvápn, og Minns sigur, at hann fer at endurskoða vápnalógina í New South Wales.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald