Innanlands

Almennir fyrilestrar um ferðavinnu í morgin

Í morgin, hósdagin 21. oktober verða almennir fyrilestrar á Søgu- og samfelagsdeildini um endurskapandi ferðavinnu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-20 07:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 21. oktober frá klokkan 9.30 til 11 bjóðar Fróðskaparsetur Føroya saman við Visit Faroe Islands til fyrilestrar um endurskapandi "regenerativa" ferðavinnu.

Tað verður í hølunum á veghæddini á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Á skránni eru fýra fyrilestrar, og at enda verður eisini høvi at tosa meira ítøkiliga við fyrilestrarhaldararnar og seta spurningar, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Skráin:

• Anna Pollock, granskari, fyrilestrarhaldari og strategiskur ráðgevi í ’regenerativari’ ferðavinnu hevur yvirskipaða framløgu um, hvussu vit kunnu tryggja, at ferðavinnan er ‘regenerative’, tvs. góð fyri fólk, bæði tey, sum búgva í ferðamálinum, fyri tey ferðandi, náttúruna, vinnuna, osfr.

• Dennis Holm, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini, heldur framløgu við heitinum: "From fisheries economy to the experience economy - the case of Vágur, Faroe Islands".

• Zita Cobb, stjóri í Shorefast á oynni Fogo í Nýfundlandi, arbeiðir við búskaparliga og mentanarliga burðadyggum loysnum fyri Fogo. Hon greiðir meiri ítøkiliga frá, hvussu tey hava skipað seg á oynni, sum fyrr var eitt lítið fiskivinnusamfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder