Innanlands

Almenn ráðstevna í Kongshøll um etikk og vitlíki

Etiska Ráðið og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðstevnuni, sum verður í Kongshøll 28. mai

Ráðstevnan verður í Kongshøll (Savnsmynd)

Ráðstevnan verður í Kongshøll (Savnsmynd)

2025-05-24 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 28. mai frá klokkan 9 til 12 verður almenn ráðstevna í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya um vitlíki og etikk í heilsuverkinum og almenna geiranum.

Tað er Etiska ráðið, sum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnuni.

Ráðstevnan, sum er ókeypis, vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri fyrimunum og vansum við vitlíki, skriva Fróðskaparsetur Føroya og Etiska Ráðið.

Vitlíki, ella AI, er komið, og stórar fyritøkur og stórveldi kappast um at vera fremst í menningini av vitlíkistøkni, og stórt vald og stór ávirkan fæst við at gera seg galdandi á hesum økinum. Hvør kann stýra gongdini? Hvar enda vit? Hvør hevur ábyrgdina? Og hvar er etikkurin?

Mikumorgunin verður framlaga við Helgu Brøgger úr Noregi, sum er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki. Aftrat henni hava dugnalig fólk stuttar framløgur, sum lýsa evnið á ymsum økjum í landi okkara. Aftaná verður panelorðaskifti.

Framløgur verða at hoyra frá:

  • Helga Brøgger, serlækni í radiologi og granskari í vitlíki
  • Maria Hammer Olsen, kliniskur útbúgvingarleiðari í sjúkrarøktarfrøði á Setrinum
  • Martin T. Zachariasen, professari í teldufrøði og rektari á Setrinum
  • Noomi O. Gregersen, heilsugranskari og projektleiðari á FarGen, Heilsustýrið
  • Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum
  • Marjun Lómaklett, sóknarprestur í Christianskirkjuni
  • Martin Mohr Olsen, ph.d.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder