Innanlands

Almenn móttøka fyri Niels Jákupi Thomsen

Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags fer frá fyri aldur, og í hesum sambandi verður almenn móttøka 20. juni

2025-06-07 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen fer frá sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri aldur, verður skipað fyri almennari móttøku.

Móttøkan verður í hølunum hjá Føroya Lærarafelag á Pedda við Stein gøtu 9 í Havn  fríggjadagin 20. juni frá klokkan 15 til 17, skrivar Bókadeildin.

– Vit bjóða góðan mat og drekka, og høvi verður at siga nøkur orð. Eisini verður høvi at heilsa upp á Sigfríð S. Sólsker, ið tekur við sum stjóri eftir Niels Jákup.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder