Høgni Joensen, sum hevur skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, síðan skúlin lat upp í 2008, fer frá fyri aldur, í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku.
Almenna móttøkan verður í Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 28. august frá klokkan 15 til 17, skrivar skúlin í tíðindaskrivi.
Høgni varð settur sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, meðan skúlin stóð í bygging, og hevur tí verið við frá byrjan og staðið á odda fyri skúlanum øll árini.
Turid Vang Frederiksen er sett í starv sum nýggjur skúlastjóri, og tekur hon við 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald