Uttanlands

Allar ognir hjá Maduro í Sveis innifrystar

Hetta verður gjørt fyri at forða flyting av møguligum ólógligum ognum, boðar stjórnin í Sveis frá

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

2026-01-05 17:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sveis hevur fryst allar ognirnar, sum forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro og samstarvsfelagar hansara hava í landaninum, boðar stjórnin í Sveis frá.

Hetta verður galdandi í fýra ár og er gjørt fyri at forða flyting av møguligum ólógligum ognum, skrivar Ritzau.

Sveis upplýsir eisini, at mann fer at royna at senda aftur ognir, sum eru útvegaðar á ólógligan hátt, so tær kunnu koma fólkinum í Venesuela til góðar.

Upplýst verður ikki, hvussu stórt virðið av hesum ognunum er, og hvørjar ognir Maduro og samstarvsfelagar hansara hava í Sveis.

Sveis fylgir støðuni í Venesuela og mett verður, at støðan er óstøðug, og at ymisk kann henda komandi dagarnar og vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder