2026-02-17 09:05
Ógvuliga ivasamt er, um álitið frá fíggjarnevndini um uppskotið til Suðuroyartunnilin verður lagt fram í dag.
Løgtingið verður sett klokkan 11, og fýra fyrstu viðgerðir eru á skránni umframt framløga.
Fíggjarnevndin hevur fingið (longda) freist at koma við álitinum í málinum í morgin, 18. februar.
Men onki bendir á, at nakað fæst at vita í dag um, hvat fíggjarnevndin er komin fram til, hevur Portalurin frætt frá fíggjarnevndini.
Tingfundur verður aftur mikudagin og hósdagin. Í morgin eru munnligir fyrispurningar á skrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald