Uttanlands

Aleqa Hammond aftur forkvinna í Siumut

Aleqa Hammond, sum fór frá sum forkvinna í 2014 orsakað av einum máli um misnýtslu av almennum pengum, varð um vikuskiftið aftur vald til forkvinnu

Aleqa Hammond varð við 23 atkvøðum vald til forfólk í Siumut um vikuskiftið (Savnsmynd)

Aleqa Hammond varð við 23 atkvøðum vald til forfólk í Siumut um vikuskiftið (Savnsmynd)

2025-06-30 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á landsfundi um vikuskiftið varð 59 ára gamla Aleqa Hammond vald til nýtt forfólk í grønlendska stjórnarflokkurin Siumut.

Valið stóð millum hana og Vivian Motzfeldt, sum hevur verið virkandi forkvinna, síðan Erik Jensen legði frá sær orsakað av søguliga vánaliga valúrslitinum hjá flokkinum á grønlendska valinum í mars.

Aleqa Hammond fekk 23 atkvøður, meðan Vivian Motzfeldt fekk 19, skrivar Ritzau.

Aleqa Hammond var eisini forkvinna í flokkinum í árunum 2009 til 2014 og var forkvinna í grønlendska landstinginum frá 2013 til 2014, inntil hon mátti leggja frá sær orsakað av einum máli um misnýtslu av almennum pengum.

Í 2015 stillaði hon upp fyri Siumut á fólkatingsvalinum og var vald inn í fólkatingið. Hon var útihýst úr Siumut í 2016 orsakað av einum nýggjum máli um peningamisnýtslu. Á fólkatingsvalinum í 2019 varð hon ikki afturvald, og í 2021 gjørdist hon aftur limur í Siumut.

Ineqi Kielsen varð valdur til næstforfólk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder