placeholder
Innanlands

Alarmurin var falskur

Fleiri sløkkiliðsakfør vórðu send til smoltstøðina í Dølum í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-01-18 07:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tvey-tíðina í nátt fór brandalarmurin í gongd á stóru smoltstøðini hjá Bakkafrost í Dølum, sunnanvert Viðareiði.

Øll tøk sløkkiliðsakfør í Norðoyggjum vórðu send avstað, men dað vísti seg skjótt, at talan helst var um eitt tekniskt brek í alarmskipanini.

- Men tað tók eina løtu áðrenn alarmurin varð avblástur. Talan er um ein sera stóran bygning, og tað tekur eina løtu at koma ígjøgnum allan bygningin fyri at staðfesta fyri vissu, at ongin eldur er í, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder