2026-06-22 14:03
Víðagitni fyrrverandi stjórin fyri amerikanska miðbankan, Alan Greenspan, er deyður, 100 ára gamal.
Tað upplýsir kona hansara, Andrea Mitchell, uttanríkisredaktørur hjá NBC News, fyri miðlinum.
Alan Greenspan sat í 19 ár, frá 1987 til 2006, í stjórasessinum fyri amerikanska miðbankanum, Federal Reserve, og tænti harvið forsetunum Ronald Reagan, George H. W. Bush, Bill Clinton og George W. Bush.
Hóast komin væl til árs, hevur hann í seinastuni blandað seg í almenna kjakið í USA, eitt nú heita kjakið millum Donald Trump, forseta, og nú fyrrverandi stjóran í miðbankanum, Jerome Powell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald