Innanlands

Akutta støðan hjá Strandferðsluni skal loysast

- Vit hava nøkur skip liggjandi, og vit mugu fáa at vita hvat skal til fyri at tey kunnu brúkast í føroyskum sjóøki framyvir, sigur løgmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-15 06:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan fær nógvar ákoyringar í hesum døgum. Undir aðru viðgerð av fíggjarlógini í løgtinginum í gjárkvøldið, varð eisini komið inn á støðuna hjá Strandferðsluni, sum seinastu dagarnar hevur verið merkt av avlýsingum og ruðuleika.

Sirið Stenberg vildi vita hvørjar ætlaninar vóru. Pengar eru ikki settir av til nýggj skip í fíggjarlógini fyri 2021.

- Flotin er illa farin, gamal og slitin. Sum eg dugi at síggja er einki sett av í øllum samgonguskeiðinum til at endurnýggja skipinum, seta fleiri túrar inn ella so víðari, segði tjóðveldistingkvinnan.

- Hvat skal man rokna við fer at henda á tí økinum, vildi Sirið Stenberg hava at vita.

Als ikki nøktandi
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, harmaðist um akuttu støðuna hjá Strandferðsluni. Ein loysn má finnast.

- Eg harmist um støðuna, og vit mugu finna eina loysn á hvussu vit loysa hana endaliga. Tí tann støðan vit eru í, er als ikki nøktandi fyri útjaðaran, segði løgmaður

- Vit hava nøkur skip liggjandi, og vit mugu fáa at vita, hvat skal til fyri at fáa tey kunnu brúkast í føroyskum sjóøki og hvat skal til fyri at fáa tey trygg, so tey kunnu røkja siglingina millum oyggjarnar framyvir, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Les eisini: Sjómenn í Nólsoy: - Stór vanlukka kann henda í Nólsoyarfirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder