Uttanlands

Air France-KLM vil hava meirilutan av SAS

Franska og hollendska felagið ætlar at keypa upp í 60,5 prosent av norðurlendska flogfelagnum

(Mynd: EPA / Mads Claus Rasmussen)

(Mynd: EPA / Mads Claus Rasmussen)

2025-07-04 11:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Meira enn helvtin av partapeninginum í flogfelagnum SAS skal í framtíðini vera á fronskum og hollendskum hondum.

Air France-KLM sum frammanundan eigur smá 20 prosent í SAS, vil nú eiga upp í 60,5 prosent av norðurlendska felagnum.

Hetta skal gerast við at keypa partabrøv frá Castlelake og Lind Invest, verður sagt í børsfráboðan í morgun.

Ætlanin er at keypið skal vera avgreitt í seinnu helvt av 2026.

Týsdagin kunngjørdi SAS størstu íløguna í flogfør síðan 1996. Felagið keypir 55 nýggj flogfør frá brasilska Embraer fyri 25 milliardir krónur. Íløgan verður gjørd yvir fýra ár og fyrstu flogførini koma í 2027. Í fyrsta umfari keypir SAS 45 flogfør, men hevur møguleika at keypa tíggju afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder