Innanlands

Áhugafelag fyri fólk í koyristóli sett á stovn

Kaj Leo Holm Johannesen hevur saman við øðrum stovnað felagið

2025-07-22 00:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt áhugafelag fyri fólk í koyristóli er stovnað í kvøld.

Kaj Leo Holm Johannesen boðaði fyri nøkrum døgum síðan frá, at hann ætlaði at taka stig til eitt slíkt felag. Endamálið er at Føroyar skulu vera heimsins vinarligasta land fyri koyristólsbrúkarar.

Áhugafelagið, sum er stovnað í kvøld, er eitt áhugafelag stovnað fyri koyristólsbrúkarar og fólk við skerdum førleika.

Formaður er Kaj Leo Holm Johannesen. Næstforkvinna er Eydna Mouritsen. Noomi Gregersen er skrivari, meðan Claus Ramussen og Eyðun Hansen eru nevndarlimir.

Umframt at stovna eitt áhugafelag, er ætlanin eisini at skipa fyri einum koyristólstreffi, har koyristólsbrúkarar í Føroyum kunnu hittast, og áhugin fyri hesum hevur verið stórur, segði Kaj Leo Holm Johannesen við Blaðið Vikuskifti.

Les alla samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder