Uttanlands

Afturkeyp av skotvápnum í New South Wales

Endamálið við skipanini, sum kemur í gildi í november, er at fáa vápn av gøtunum, eftir at 16 fólk vórðu skotin til deyðis í desember.

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese (Mynd: Hilary Wardhaugh/AFP/Ritzau Scanpix)

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese (Mynd: Hilary Wardhaugh/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-16 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november kemur ein skipan við afturkeyp av vápnum í gildi í avstralska statinum New South Wales, sigur avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese.

Skipanin er eitt av fleiri tiltøkum, sum eru sett í verk í kjalarvørrinum á skottilburðinum á jødiska hátíðarhaldinum á Bondi Beach nærindis Sydney í desember, har 16 fólk vórðu dripin.

Skipanin hevur til endamáls at fáa vápn av gøtunum. New South Wales, har Sydney liggur, verður fyrsti staturin, har skipanin verður sett í gildi.

Tað var í januar, at avstralska stjórnin tók avgerð um at herða avstralsku vápnalógina og styrkja arbeiðið ímóti jødahatri. Hetta var júst orsakað av skottilburðinum á Bondi Beach.

Sambært avstralsku stjórnini vóru í fjør 4,1 milliónir skotvápn skrásett í landinum, og 1,1 millión av teimum vóru í New South Wales.

Fólk, sum lata inn skotvápn gjøgnum nýggju skipanina fáa upp móti 1.000 avstralskar dollarar í endurgjald. Tað er ein upphædd, sum svarar til umleið 4.600 krónur.

Skipanin er fíggjað av avstralsku stjórnini og stjórnini í New South Wales.

Ein líknandi skipan varð m.a. sett í gildi í 1996, eftir ein skottilburð, sum kravdi 35 mannalív í Port Arthur á oynni Tasmania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder