Innanlands

Afturkalling av chiliflykrum frá Coop

Hýggjvøkstur er funnin í vøruni, og tí er hon ikki egnað til matna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2021-10-23 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coop Danmark A/S afturkallar nú chiliflykrur orsakað av hýggjvøkstri.

Hýggjvøkstur ger, at vøran ikki er egnað til matna.

Vøran er m.a. seld í føroyskum handlum, og verður mælt til, at vøran verður latin inn, har hon er keypt, ella at hon verður burturbeint, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um hesa vøru:

Coop Chili Flager
Nettoinnihald: 30 g
Best fyri: 06.05.2024, 16.06.2024, 27.07.2024, 24.08.2024 og 23.09.2024
EAN-nummar 7340191104242
Lotnummar: 0025044, 0030027, 0032608, 0034358 og 0036729.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder