Innanlands

Afturkalla nuggets orsakað av vanda fyri plasti og metali

Plast og metal í vørum, har hetta ikki er væntandi, kann skaða tenn og gap, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2025-12-14 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danpo A7S afturkallar posar við høsnarunganuggets, sum eru seldir í føroyskum handlum, tí vandi er fyri, at plast og metal kann vera í vøruni

Talan er um grønar posar við 600 gram av frystum høsnarunganuggets, sum eru flamleiddir 18. september í 2025, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til at beina vøruna burtur ella lata hana inn aftur haðani hon er keypt.

Um afturkallaða vøruna:
Rema1000 Kyllingenuggets 600 g
Produktionsdato: 18.09.2025
Lot nr.: DK 25261
EAN nummar 5705830615541

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder