Innanlands

Hesi LED-stearinljósini kunnu blíva ov heit og smelta - handil afturkallar ljósini

Tað kann koma fyri, at tey blíva ov heit og smelta, um tey standa tendraði í ov langa tíð. Maria Poulsen Búnýti heitir á øll sum hava keypt vøruna frá teimum, um at koma aftur við henni

2022-02-17 16:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú keypt LED stearinljós við heitinum “Cozzy Denmark LED Stearinlys Gavesæt 10 dele” átti tú helst at ansað væl eftir. Maria Poulsen Búnýti sigur í fráboðan til sínar kundar, at ljósini kunnu vera vandamikil.

Vørunummarið er er 3-23100.

[object Object]

Tað kann koma fyri, at um ljósini standa tendraði í rúma tíð, so blíva tey ov heit, smelta og kunnu vera vandamikil, siga tey hjá Mariu Poulsen Búnýti. 

Handilin heitir á fólk, sum hava keypt vøruna frá teimum, um at koma aftur við henni. Pengarnir verða goldnir aftur.

El-Handilin á Tvøroyri hevur eisini afturkallað sama ljós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder