Innanlands

Afturkalla laksafrikadellur orsakað av listeria

Hevur tú keypt Gestus fiskafrikadellur við laksi, er vandi fyri, at bakterian listeria monocytogenes er í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2025-09-13 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at eitt slag av fiskafrikadellum við laksi, sum er selt í føroyskum handlum, verður afturkallað orsakað av, at listeria er staðfest í vøruni.

Talan er um Gestus laksefrikadellur, sum eru best fyri 12. september 2025.

Bakterian listeria monocytogenes kann geva sjúkueyðkenni, sum líkist beinkrími - fepur, hvøuðpína og magatrupulleikar. Hjá immunveikum persónum, eitt nú eldri ella barnakonum, kann sjúkan vera álvarsom.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder