Innanlands

Afturkalla kostískoyti frá Coop

Vøran hevur ov høgt innihald av folsýru, sum kann verða vandamikið fyri børn undir 15 ár

2023-03-04 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coop Danmark A/S afturkallar kostískoytið Coop Vitamin B complex.

Orsøkin er, at vøran, sum eisini er seld í føroyskum handlum, hevur ov høgt innihald av folsýru, og hetta kann møguliga verða vandamikið hjá børnum undir 15 ár, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tað, sum er umráðandi er, at brúkarin ikki hevur eitt høgt inntak av folsýru yvir longri tíð. Brúkarin upplivir tí ikki akutt sjúkueyðkenni, verður kostískotið tikið í stutta tíð.

Kostískoytið eigur at verða burturbeint ella latið inn aftur, har tað er keypt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder