placeholder
Innanlands

Aftur koyrandi gjøgnum Leirvík og tunnilin

Men koyrt verður gjøgnum bygdina meðan vegurin oman til havnarøkið verður reinsaður

2025-10-30 21:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er aftur gjøgnumkoyring gjøgnum Leirvíksbygd, so ferðslan til og frá Norðoyggjum kann koyra aftur eftir at hava verið stongd síðan klokkan hálvgun seks í kvøld, tá Leirvíkstunnilin og stórur partur av vegnum gjøgnum Leirvík varð stongdur orsaka av at ein bilur hevði stóra mongd av sild á vegin.

Tað er bert Leirvíkstunnilin, og vegastrekkið oman til Effo-støðina, sum er latið upp aftur.

Ferðslan til og frá Norðoyggjum verður førd gjøgnum bygdina eftir vegnum, sum kemur út á høvuðsvegin oman fyri Effo-støðina.

Eftir sum koyrt verður gjøgnum bygd øki, so mælir løgreglan til at vísa størsta varðsemi meðan koyrt verður ígjøgnum Leirvík.

Enn er óvist hvussu langa tíð tað fer at taka til vanliga farleiðin er opin aftur eftir silda-óhappið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder