2025-12-18 08:33
Aftur í gjár varð boðað frá, at innbrot hevði verið í skeinkistaðnum Mikkeller í Gongini í Havn.
Tað er nærum vorðin gerandiskostur í seinastuni at fólk hava framt innbrot í skeinkistøð at leita eftir rúsdrekka. Eisini hesaferð var ein lítil mongd av rúsdrekka horvin, upplýsir vaktleiðarin á løgregluni.
Vaktleiðarin hevði roknað við, at støð, ið eru so illa plágað av innbrotum, høvdu fingi vakmyndatól uppsett, so lættari hevði verið at funnið fram til gerningsfólkið. Men so er ikki í hesum føri.
Løgreglan upplýsir tó, at tey hava tryggjað sær spor at ganga eftir í uppkláringararbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald