Mentan

Aftur í 90ini í Dansifrøi

Bæði DJ Annand og Ottar Skottar høvdu sína stórheitstíð tá, og fara teir á pallin við øllum hittinum frá 90unum 19. september.

2026-08-14 19:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 19. september verður Dansifrøi umskapað til eina sanna 90ara veitslu.

– Har verður allur tann góði tónleikurin frá tí tíðini. Bæði DJ Annand og Ottar Skottar høvdu sína stórheitstíð tá, og fara teir á pallin við øllum hittinum frá 90unum, skriva fyrispurarar í tíðindaskrivi.

– Tann tíðin var merkt av nógvum blinkandi ljósum á dansigólvinum og sjálvandi verður tað ein stórur partur av kvøldinum.

Talan er um eitt kvøld fyrt tey vaksnu, og veður 25 ára aldursmark.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder