Innanlands

Aftur fleiri frísk enn nýggir tilburðir

521 nýggir tilburðir vóru í gjár, men 712 fólk gjørdust eisini frísk aftur. Seks fólk eru innløgd av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-17 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

521 nýggir tilburðir og 712 fólk blivin frísk aftur.

Tað eru tølini frá myndugleikunum. Hetta merkir, at talið á positivum alsamt minkar, og nú fara vit skjótt niður um 4000. Sambært seinastu dagføringini frá myndugleikunum eru tað nú 4092, sum eru positiv við koronu.

Seks fólk eru innløgd av koronu. Hetta eru tvey færri enn í dagføringini í gjár. 12 aðrir sjúklingar hava koronu, men eru innlagdir í Sjúkrahúsverkinum av aðrari orsøk.

992 kanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder