Siglingin hjá Smyrli hevur verið heldur óstøðug seinastu tíðina - serliga vegna veður.
Í gjár, týsdagin 3. februar, vórðu fýra túrar sigldir, heldur enn seks túrar sum ferðaætlanin sigur.
Soleiðis verður eisini í dag, mikudagin 4. februar.
Siglt varð eftir ætlan av Krambatanga klokkan seks í morgun. Farið verður aftur av Havnini klokkan 08:45.
Síðani er longri steðgur enn vanligt - Smyril liggur á Krambatanga ein og ein hálvan tíma longur enn, upprualiga ferðaætlanin vísir. Seinnapartin siglir Smyril soleiðis.
- Av Krambatanga kl. 13 og av Havnini kl. 17.
Ferðaætlanin er broytt fyri veður, upplýsir ssl.fo. Broytingar kunnu eisini væntast í siglingini hósdagin 5. februar.
Meira kunning um siglingina í morgin verður tøk seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald