Uttanlands

Aftur eldur í franskari dómkirkju

Í morgun kom eldur í dómkirkjuna Saint-Pierre-et-Saint-Paul í franska býnum Nantes – Tamarhald er á eldinum, og skaðin er ikki eins stórur sum tá eldur kom í Notre Dame í fjør

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-18 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun kom eldur í søguligu dómkirkjuna Saint-Pierre-et-Saint-Paul í Nantes í Vesturfraklandi.

Lokala sløkkiliðið upplýsir fyri tíðindastovuni AFP, at tey hava fingið tamarhald á støðuni.

Eldurin kyknaði tíðliga í morgun, og uml. 100 sløkkiliðsfólk eru á staðnum. Sambært BBC er tað enn ógreitt, hvussu eldur kom í dómkirkjuna.

Eitt eygnavitni greiðir frá, at hann varð vaktur tíðliga leygarmorgunin av einum undarligum ljóði frá kirkjuklokkunum. Tá hugsaði hann beinanvegin, at har mátti vera okkurt á vási, tí soleiðis plaga klokkurnar ikki at ljóða, segði hann við fronsku sjónvarpsrásina BFM.

Byrjað varð at byggja dómkirkjuna í ár 1434. Tó tók tað 457 ár, áðrenn bygningurin stóð liðugur í ár 1891.

Undir Seinna Heimsbardaga varð bygningurin bumbaður, og í 1972 kom eisini eldur í kirkjuna, og takið varð oyðilagt.

Dómkirkjan er ein av størstu gotisku bygningunum í Fraklandi.

Í fjør kom eldur í eina aðra franska dómkirkju. Eldur kyknaði í heimskendu dómkirkjuni Notre Dame í París, og síðan tá hevur bygningurin verið stongdur fyri ferðafólkum. Tað var 15. apríl 2019.

Sambært lokala sløkkiliðnum er skaðin í Saint-Pierre-et-Saint-Paul dómkirkjuni ikki at samanbera við umfatandi skaðan í Notre Dame. Higartil tykist kirkjuorgulið at hava fingið mest skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder