Iran ávarar USA og sameind hjá USA ímóti at fremja nýtt álop á Iran.
Eitthvørt nýtt álop fer at hava við sær aftursvar móti amerikonskum støðum og áhugamálum, og sameind hjá USA verða eisini roknað sum partur av stríðnum, verður sagt úr Iran sambært Ritzau.
Amerikanska uttanríkismálaráðið ávaraði leygardagin amerikanarar í Miðeystri og heitti á amerikanarar, sum ætla at ferðast til økið um at endurskoða sínar ferðaætlanir. Amerikanarar í Miðeystri eiga at vísa varsemi og hava eyga við møguligum flogavlýsingum og stongsli av loftrúminum.
Iran sigur seg hava upplýsingar um, at eitt nýtt, stórt álop verður fyrireikað, og ávarar tí USA ímóti hesum.
Stríðið millum USA og Iran byrjaði fyri nærum sjey mánaðum síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald