Uttanlands

Aftur ein tokvanlukka í Spania

Tokførarin doyði og fleiri ferðafólk fingu skaða, tá eitt lokaltok rendi á ein stuðulsmúr, ið var rapaður orsaka av nógvum regni í økinum nærhendis Barcelona

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-21 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fáar dagar eftir at ein ógvuslig tokvanlukka rakti tvey snartok í spanska Córdoba landslutinum, er Spania aftur rakt av eini tokvanlukku, skrivar spanska sjónvarpsstøðin RTVE.

Osaka av nógvum regni, er ein stuðulsmúrur rapaður, og varð raktur av einum lokalum toki nærhendis Barcelona í Katalonia. Vanlukkan hendi á strekkinum millum Gelida og Sant Sadurní.

Sambært RTVE upplýsir løgreglan á staðnum, at tokførarin er deyður, meðan fleiri av ferðafólkunum hava fingið skaða.

BBC skrivaði nakað seinni, at minst 37 fólk hava fingið skaða, harav fimm eru álvarsliga skadd.

RTVE upplýsir, at 13 fólk eru bjargað úr tokinum uttan skaða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder