placeholder
Uttanlands

Aftra seg við at lata pening til Notre Dame

Macron ynskir, at dómirkjan skal byggjast upp á ein "uppfindsaman og virðiliga váðaligan hátt", og fraklendingar stúra fyri, hvat fer at henda

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-14 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arkitektar kring heimin eru komin við uppskotum til, hvussu Notre Dame skal endurbyggjast, og summi av teimum hava skapt øsing millum fraklendingar.

Millum uppskotini er eitt krystallspír, ein takterrassa, og ein skurðmynd av eldslogum til minnis um eldin í apríl.

Hóast hesi boðini ikki eru komin í sambandi við aktitektakappingina, um hvussu 800 ára gamla dómkirkjan skal byggjast upp aftur, stúra fleiri fyri, hvat fer at henda við teirra høgt elskaða Notre Dame, sum eldur kom í fyri trimum mánaðum síðani.

Les eisini: Arkitektar skulu kappast um at sniðgeva nýtt spír

Serliga eftir, at franski forsetin, Emmanuel Macron hevur sagt, at Notre Dame skal endurbyggjast á "uppfindsaman og virðiliga vágaligan hátt", sum verður eitt samstarv millum "tað, sum er siðbundið og nútíðarhóskandi", eru franskmenn farin at stúra.

Fransku ríkmenninir, sum fyri trimum mánaðum síðani næstan kappaðust um at geva milliónupphæddir til endurbyggingina, aftra seg nú við at lata peningin.

Tað sigur formaðurin fyri grunnin "Friends of Notre Dame", sum stendur á odda fyri innsavningararbeiðnum. Hann heldur, at mongu ókravdu boðini um, hvussu Notre Dame kann síggja út, hevur rætt tey.

- Eingin ivi er um, at meginparturin av teimum, eg havi samband við, ynskja, at dómkirkjan fer at síggja út sum fyrr, sigur hann, sambært DR.

- Okkum tørvar veruliga peningin, tí eitt risaendurbyggingararbeiði stendur fyri framman. Tað er avgerandi, at vit kunnu halda fast í tann heimsumfatandi stuðulin til dómkirkjuna, sigur hann.

Tað verður fyrst um nakrar mánaðar, at avgjørt verður, hvussu "nýggja" Notre Dame skal síggja út. Arbeiðið við at byggja dómirkjuna upp aftur byrjar í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder