Uttanlands

Afghanska forsetavalið útsett

Valið skuldi vera 20. apríl næsta ár

Veljarar savnaðir uttanfyri valstaði, tá parlamentsval var í Afghanistan í oktober (Mynd: EPA)

Veljarar savnaðir uttanfyri valstaði, tá parlamentsval var í Afghanistan í oktober (Mynd: EPA)

2018-12-26 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Afghanska forsetavalið, sum upprunaliga skuldi vera í apríl næsta ár, verður nú útsett í fleiri mánaðar, skrivar DR.

Hetta fyri at geva myndugleikunum møguleika at rætta tekniskar trupulleikar, sum íkomu, tá parlamentsval var í oktober.

Myndugleikarnir tørva meira tíð til at tryggja veljaralistar og at geva starvsfólkunum neyðugu upplæringina, sum skal tryggja móti valsviki.

Parlamentsvalið varð rakt av seinkingum, m.a. tí at fleiri veljarar ikki funnu navn sítt á vallistunum, og neyðugt var at seta ein dag afturat av til valið, av tí at fleiri valstøð lótu upp ov seint. Fleiri hava síðani gramt seg um úrslitið.

Enn er ikki greitt, nær valið verður. Seinasta val var í 2014, og fleiri funnust at úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder