Uttanlands

Afganistan: Talið á deyðum eftir jarðskjálvta nú yvir 2.200

Bjargingararbeiðið heldur fram, og nú eru yvir 2.200 deyð og nærum 4.000 fólk løstað, siga myndugleikar

Særd fólk fáa læknahjálp í Kunar-landslutinum (Mynd: EPA)

Særd fólk fáa læknahjálp í Kunar-landslutinum (Mynd: EPA)

2025-09-04 17:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru fýra dagar síðan Afganistan varð rakt av stóra jarðskjálvtanum, sum varð máldur til 6,0 á Richter-stiganum, og bjargingarfólk finna enn lík millum húsaleivdirnar.

Talsfólk hjá Taliban-stýrinum sigur í dag, at í minsta lagi 2.217 fólk eru deyð í jarðskjálvtanum.

Mánamorgunin varð boðað frá, at í minsta lagi 622 fólk vóru deyð, og at yvir 1.500 fólk vóru løstað. Seinni varð deyðstalið broytt til 1.500 og nú til 2.200.

Jarðskjálvtin rakti eystara part av landinum nær við markið til Pakistan. Tað er torført at sleppa til harðast raktu økini, og tað hevur seinkað hjálpar- og bjargingararbeiðnum, skrivar Ritzau.

Umframt at yvir 2.200 eru deyð, eru eisini nærum 4.000 fólk løstað. Meginparturin av teimum deyðu og løstaðu eru í landslutinum Kunar, har miðdepilin var.

Hjálparfelagsskapir hava ávarað um, at Afganistan longu stríðist við fleiri øðrum kreppum, harímillum umfatandi fátækradømi, turkur og afganskar borgarar, sum eru útvístir úr Pakistan og Iran. Eisini er hjálparveitingin úr USA munandi skerd.

Sambært ST eru yvir 500.000 fólk ávirkað av jarðskjálvtanum í eystara parti av Afganistan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder