
Evropeiskir leiðarar halda fram við at herða revsitiltøkini móti Russlandi, inntil ein rættvísur og varandi friður er tryggjaður, siga fleiri teirra í felags fráboðan.
Fráboðanin er frá leiðarunum í Fraklandi, Italia, Týsklandi, Stórabretland, Finnlandi, Póllandi, Spania og forkvinnuni í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
– Vit halda fram við at herðarevsitiltøk og styrkja breið fíggjarlig tiltøk fyri at leggja trýst á russiska krígsbúskapin, inntil vit hava ein rættvísan og varandi frið, verður sagt.
Teir leggja afturat, at arbeiðið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump fyri at steðga krígnum í Ukraina er kærkomið, og at sjálvræðisrætturin hjá Ukraina skal virðast.
Russland hevur fleiri ferðir kravt, at ukrainsku økini, sum Russland hevur hertikið undir krígnum skulu viðurkennast sum partur av Russlandi, og amerikanski forsetin hevur eisini tosað um "býti av landøkjum", men tað er upp til ukrainar at taka avgerðir um teirra øki, og mugu altjóða landamørk ikki broytast við valdi, siga evropeisku leiðararnir.
Í gjár hittust russiski og amerikanski forsetin í Alaska, men einki ítøkiligt kom burturúr fundinum, hóast amerikanski forsetin sigur, at talan var um ein góðan fund.
Les eisini: Trump: Øll samd um, at besta loysnin er ein friðaravtala
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald