Uttanlands

Ætla at taka støðu til dómaratilnevningina hjá Trump áðrenn valið

Trump hevur heitt á senatið um at fáa góðkenningina av Amy Coney Barrett ígjøgnum áðrenn valið í november, og málið fær hægstu raðfesting, sigur leiðarin fyri republikanska meirilutan

Amerikanski forsetin, Donald Trump, saman við hægstarættardómaravalevninum Amy Coney Barrett á tíðindafundi í gjár (Mynd: Ritzau)

Amerikanski forsetin, Donald Trump, saman við hægstarættardómaravalevninum Amy Coney Barrett á tíðindafundi í gjár (Mynd: Ritzau)

2020-09-27 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið váttaði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann hevði valt Amy Coney Barrett sum valevni til hægstarættin.

Amy Coney Barrett skal yvirtaka plássið hjá Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist 18. september eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð.

Tað er nú upp til senatið at taka støðu til tilnevningina av Amy Coney Barrett. Trump hevur heitt á republikanarar, ið við 53 av 100 sessum hava ein lítlan meiriluta í senatinum, um at fáa málið avgreitt áðrenn forsetavalið 3. november.

Sambært Reuters væntar Trump, at hægstirættur noyðist at taka støðu til úrslitið av valinum. Hetta er bert hent eina ferð áður, tað var í ár 2000, tá valið stóð millum George W. Bush og Al Gore.

Trump hevur heldur ikki viljað sagt, um hann fer at góðtaka úrslitið av valinum, um hann ikki vinnur.

Málið fær hægstu raðfesting í senatinum

Leiðarin hjá republikanska meirilutanum í senatinum, Mitch McConnell sigur at tilnevningin hjá Trump fær hægstu raðfesting, og gleiðir hann seg at hitta Amy Coney Barrett í komandi viku. Senatið fer at taka støðu til tilnevningina í einum av komandi vikunum.

Amy Coney Barrett fer væntandi at fundast við senatorar týsdagin, og tilnevningin kemur til hoyringar 12. oktober.

Amy Coney Barrett, sum hevur verið samveldisdómari í Wisconsin, Illinois og Indiana síðan 2017, var eisini eitt av møguligu valevnunum, tá Trump skuldi velja ein hægstarættardómara í 2018. Hetta endaði tó við, at valið fall á Brett Kavanaugh.

– Eg goymi hana til Ginsburg, segði Trump tá sambært miðlinum Axios.

Og nú, tvey ár seinni, hevur amerikanski forsetin peikað á júst hana at yvirtaka sessin hjá Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist í farnu viku.

Demokratar vilja bíða til eftir valið

Leiðarin fyri demokratiska minnilutan í senatinum, Chuck Schumer, hevur sagt, at hann ætlar at gera alt, sum hann kann, fyri at forða fyri, at Amy Coney Barrett verður góðkend av senatinum.

Sambært TV2 verður hon roknað sum ein sera konservativur og religiøsur dómari, og demokratar stúra fyri, at hægstirættur saman við henni fer at broyta lógirnar viðvíkjandi fríari fosturtøku og sjúkratrygging.

– Ein atkvøða fyri Barrett dómara fer at taka burtur sjúkratryggingina og trygdarnetið undir 130 mió. amerikanarum, sigur hann.

Kamala Harris, varaforsetavalevnið hjá Joe Biden, situr eisini í senatinum, og sambært henni, royna republikanarar at skunda málið í gjøgnum, so Amy Coney Barrett kann hjálpa teimum at oyðileggja núverandi sjúkratryggingina, sum hægstirætturin skjótt skal taka støðu til.

Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden sigur, at ein nýggjur hægstirættardómari ikki eigur at verða góðkendur so stutt undan einum forsetavali. Senatið eigur ikki at taka hesa avgerð, áðrenn ameirikanska fólkið hevur valt næsta forsetan og næstu kongressina, sigur hann.

Demokratar eru enn í øðini um, at senatið ætlar at góðkenna Amy Coney Barrett so stutt undan forsetavalinum, eftir at senatið noktaði at taka tilnevningina hjá Obama upp í 2016, tí talan var um eitt valár, hóast eitt hálvt ár var til forsetavalið.

Obama tilnevndi tá Merrick Garland, eftir at konservativi dómarin, Antonin Scalia, andaðist. Tá Donald Trump varð fluttur inn í Hvítu Húsini, tilnevndi hann Neil Gorsuch, sum endaði við at yvirtaka plássið hjá Antonin Scalia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder