Innanlands

Ætla at seta upp listaverk eftir Trónd Patursson á Høganesi

Týskvøldið verður kunningarfundur á Svangaskarði, har meira verður at hoyra um ætlanina

Mynd: Nes kommuna

Mynd: Nes kommuna

2021-03-22 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í annaðkvøld klokkan átta verður skipað fyri almennum kunningarfundi um ætlanina um at seta upp listaverk eftir Trónd Patursson á Høganesi.

Á fundinum, sum verður í B68-húsinum á Svangaskarði, fara stigtakarar at greiða frá um ætlanina, og listamaðurin fer at greiða frá um listaverkið.

Høvi verður eisini at síggja modell av listaverkinum, skrivar Nes kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder