Innanlands

Ætla at kveikja lív í vinabýarsamstarvið aftur

Vitjanin hjá borgarstjóranum og trimum liðum hjá FC Suðuroy vísir, at áhugi er fyri samstarvi, bæði á politiskum og ítróttaligum støði

2025-07-23 19:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, er í hesum døgum á vitjan í Íslandi, har hann vitjar samanløgdu kommununa Suðurnesjabær (Sandgerð og Garður).

Í nógv ár hevði Vágs Kommuna eitt vinarbýarsamstarv við Sandgerði kommunu, men samstarvið hevur ikki verið virkið seinastu 10 árini. Eftir at Sandgerð og Garður løgdu saman til eina felags kommunu fyri nøkrum árum síðani, verður nú roynt at endurskapa samstarvið, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Í gjár hevði borgarstjórin ein jaligan fund við Magnus Stefánsson, Sigursvein Bjarna Jónsson og Einar Jón Pálsson, sum umboða Suðurnesjabær. Báðir partar lýstu fundin sum positivan og fullan av góðum møguleikum.

Samstundis sum borgarstjórin vitjar í Íslandi, er FC Suðuroy eisini á vitjan í Íslandi við trimum liðum. Liðini hava hildið til í Sandgerði, hjá fótbóltsfelagnum Reynir, fram til í dag, og eru nú farin víðari til Reykjavík at luttaka í fótbóltskapping. Í Sandgerði hevur verið skipað fyri venjingarlegu fyri bæði føroysku og íslendsku fótbóltsspælarunum – har ítrótt og vinskapur ganga hond í hond. Ferðaliðið kemur aftur til Føroya 28. juli.

Vitjanin hjá borgarstjóranum og ferðin hjá FC Suðuroy vísa greitt, at áhugin fyri samstarvi og felagsskapi millum Vágs Kommunu og Suðurnesjabær er til staðar – bæði á politiskum og ítróttarligum støði. Hetta gevur góðar vónir fyri at endurskapa og menna eitt virkið og gevandi vinarbýarsamstarv í komandi tíðum, skrivar Vágs kommuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder