2025-09-15 14:54

Grindin, sum varð funnin út fyri Syðradal á Streymoynni á middegi í dag vísti seg at vera hvessingar, og tað bar ikki til at reka, so tí lat mann hana fara, upplýsir løgreglan.
Hin grindin, sum varð funnin út fyri Kvívík verður tó eftir ætlan rikin inn á Leynar.
Sum skilst er talan um ein lítlan bólk av springarum.
Løgreglan boðar frá, at sýslumaðurin hevur lýst grindaøki. Tað er ein fjórðingur í allar ættir á sjónum umframt avsperraða økið á landi. Hetta merkir, at óviðkomandi hava onga atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald