Mentan

Adventskvirra í miðviku á Argjum

Kirkju- og missiónshúsið á Argjum bjóðar fólki inn til kvirru og bøn í adventini

(Mynd: Pixabay)

(Mynd: Pixabay)

2025-12-09 13:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Adventskvirra verður í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum í annaøkvøld, mikukvøldið 10. desembur og næsta mikukvøld, 17. desembur millum klokkan 20 og 21.

Ein løta, har øll eru vælkomin í kirkjuna at sita í kvirru, hugsavna og steðga á eitt bil í adventini. Tað verður ljós á altarinum og annars skýmligt í kirkjuni.

Um ein hevur hug at lesa vers úr bíbliuni, eru øll vælkomin til tess. Endað verður kl. 21 við bøn og Faðir Vár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder