Mentan

Adrenaline í Global Battle of the Bands

Klaksvíksbólkurin vil fegin hava stuðul tá teir fara á pallin í Folkahuset Absalon í Keypmannahavn í annaðkvøld

2024-03-12 10:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rokkbólkurin Adrenaline úr Klaksvík er komin í semifinaluna í altjóða tónleikakappingini, Global Battle of the Bands.

Teir fara á pall í Folkehuset Absalon á Søndre Boulevard 73 í Keypmannahavn í annaðkvøld, mikukvøldið 13. mars. Tiltakið byrjar kl. 20.

Bólkurin hevur brúk fyri stuðuli, og hevði fegin sæð fleiri føroyingar verið til staðar.

Atgongumerki kunnu keypast her

Tríggir bólkar eru við á semifinaluni í Absalon. Umframt Adrenaline er talan um bólkarnar Forskudt og Thais. Bólkarnir fáa 20 minuttir í part á pallinum. Besti bólkur hetta kvøldið, kemur víðari til donsku finaluna, sum verður 5. apríl. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder