Í hesum sambandi er vegurin oman fyri kirkjugarðin gjørdur liðugur við asfalti, ristum, sandfangum o.ø. Fyrsta dagin verða gøtuljós eisini sett upp.
Kommunan hevur brúkt umleið 400.000 krónur uppá ymiskt arbeiðið í 2025, og væntast kann, at arbeiðið kann gerast liðugt í komandi ári.
Ein partur av arbeiðinum er at gera nýggjar gøtur í kirkjugarðinum, og at seta gamlar gøtur í stand. Í hesum sambandi verður ein roynd gørd við plastikkmáttum, har skervur veður lagdur í. Kommunan vónar, at allar gøturnar í kirkjugarðinum, sum ikki eru asfalteraðar, kunnu umvælast við loysnini nevnd oman fyri.
Ætlanin er eisini at gera ymiskt viðlíkahald á kirkjugørðunum á Ziskatrø, á Húsum og í Svínoy.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald