Innanlands

98 smittað í løtuni

Átta tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og 16 persónar eru staðfestir frískir, og tí er talið á aktivum smittutilburðum nú aftur komið niðurum 100

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-13 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan 28. september er talið á aktivum koronusmittutilburðum í Føroyum undir 100.

Í gjár vórðu átta nýggir tilburðir staðfestir, men samstundis eru 16 persónar staðfestir frískir aftur, og tí er talið á smittaðum í løtuni 98.

Allir átta persónar, sum vórðu staðfestir smittaðir í gjár, eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.

1127 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

230 persónar eru í sóttarhaldi, og eingin er longur innlagdur við koronu.

placeholder
placeholder