
Í oktober vórðu góðar 900 milliónir útgoldnar í lønum. Hetta er ein vøkstur á 6,4 prosent samanborið við sama mánað i fjør – ella 55 milliónir krónur.
Lønarvøksturin steðgaði upp undir koronu, men fór spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, og nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti, skrivar Hagstovan.
Menn áttu 61 prosent av útgoldnu lønunum
Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í samlaðu lønunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.
Í oktober áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum. Hetta svarar til 61 prosent av útgoldnu lønunum. Kvinnurnar áttu um 360 milliónir.
Hjá monnunum er talan um ein vøkstur á 38 milliónir ella 7,4 prosent í mun til oktober í fjør, meðan vøksturin hjá kvinnum er 17 milliónir, ella fimm prosent.
Lønirnar vaksnar mest í fiskivinnuni
Tá hugt verður at lønunum í ymisku vinnubólkunum sæst, at tær innan almennu vinnuna eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini, og í privatu tænastuvinnuni vaksa tær nú við somu ferð, sum undan koronufarsóttini.
Í byggivinnuni eru samlaðu lønirnar minkaðar síðan 2020, men nú minka tær ikki longur, og ein vøkstur hómast. Innan fiskivinnu og øðrum tilfeingisvinnum minkaðu lønirnar í 2020, men eru tær síðani farnar at vaksa aftur.
Seinasta árið eru lønirnar vaksnar mest í fiskivinnuni og øðrum tilfeingisvinnum. Eisini lutfalsliga er hesin vinnugreinabólkurin vaksin mest. Vøksturin er 283 milliónir – ella 15 prosent. Tað er serliga í fiskiskapi at vøksturin stavar frá í hesum vinnugreinabólkinum.
Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøksturin innan gistihús og matstovuvirki. Seinasta árið er lønirnar vaksnar 26,3 prosent ella 46 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald