Uttanlands

900 ferðafólk verða evakueraði av indonesiskum oyggjum

Harður jarðskjálvti rakti økið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-06 12:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

900 ferðafólk verða í løtuni evakueraði av Gili-oyggjunum eftir at ein harður jarðskjálvti rakti oynna Lombok í gjárkvøldið.

Í minsta lagið 90 fólk hava latið lív, meðan fleiri enn 200 fólk hava fingið skaða av jarðskjálvtanum, sum máldi 7,0 á Richter-stiganum.

Jarðskálvtin hendi norðanfyri Lombok á 10 kilometra dýpi, og føldist á grannaoyggjunum Bali, Gili Trawangan, Gili Meno og Gili Air.

Myndugleikarnir siga, at talið av deyðum og skaddum væntandi fer at hækkað komandi tíðina, tí at bjargingarfólkið enn ikki er komi fram til øll økini, sum eru rakt, skrivar DR.

200 indonesisk og útlendsk ferðafólk eru evakueraði, meðan 700 enn bíða eftir tí sama.

placeholder
placeholder