Innanlands

88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch

Í fjør fingu umleið 20 prosent av vitjandi bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella eitt starvsvenjingarpláss, siga fyriskiparar av Jobmatch, sum verður við Tjarnir 30. desember

Í ár luttaka 88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch, og tað er tað mesta nakrantíð, siga fyriskiparar av starvstevnuni, sum í ár verður við Tjarnir

Í ár luttaka 88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch, og tað er tað mesta nakrantíð, siga fyriskiparar av starvstevnuni, sum í ár verður við Tjarnir

2025-12-25 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 30. desember klokkan 12 byrjar árliga Jobmatch stevnan. Seinastu árini hevur tiltakið verið í Norðurlandahúsinum, men hesa ferð verður tað í stórhøllini við Tjarnir.

Á Jobmatch fara føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar at bjóða seg fram fyri at koma á tal við útisetar og arbeiðsmarknaðin sum heilt.

Í ár luttaka 88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch, og tað er tað mesta nakrantíð, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi.

Stóra luttakaratalið ber boð um harða kapping á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

– Vit royna nýggjar karmar í ár, tí tiltakið er blivið ov stórt til at rúmast í Norðurlandahúsinum, har vit hava verið í mong ár, sigur Katrin I Gregersen, samskipari.

Eftirmetingar frá 2024 vísa, sambært fyriskiparum, at yvir 100 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella eitt starvsvenjingarpláss. Hetta svarar til umleið 20 prosent av øllum vitjandi, og er nakað hægri enn vanligt.

Eftirmetingar vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar og við fólk undir lestri, eins og við útbúgvin fólk, sum búgva í Føroyum.

Størsti parturin av teim vitjandi, svarandi til 70 prosent, er millum 20 og 35 ár. Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn.

Til ber at kunna seg um Jobmatch-skránna á jobmatch.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder